* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Óvanligt farvæl til vælumtóktan sjómann

Ifor Jones, ein vællýddur sleipibátaskipari í Felixstowe í Onglandi, doyði í mai eftir stutta sjúkralegu. Í tí, sum helst er hátíðarligasta jarðarferðin í havnini í Felixstowe nakrantíð, varð øska hansara spjadd út í havnini 10. juni. Fýra Svitzer-bátar høvdu ein høvuðsleiklut.

Sleipibátarnir í Felixstowe tóku Ifor við á hansara síðsta túr umborð á Svitzer Kent við Svitzer Shotley, Svitzer Deben og Grey Testen sum fylgjarum. Tá sleipibátarnir lógu út fyri Landguard Fort, varð Ifor lagdur til hvíldar. Svitzer Kent setti trýst á brandsslanguna og læt lúðurin ljóða saman við hinum sleipibátunum.

Skipararnir á sleipibátunum vístu sítt takksemi mótvegis falna vini og starvsfelaga sínum við at sigla í klingur við bátunum, meðan teir ýldu í lúðrunum.

Ifor Jones var en mand, der var stolt over at hjælpe nogle af verdens største containerskibe ind i Felixstowes havn. Han startede som kok og kabsdreng på bugserbådene, da han var 15. år Han havde arbejdet sig op til kaptajnens rolle, da han desværre gik bort efter 42 års tjeneste.

Ifor var sera vælumtóktur millum fólkið í Felixstowe. Hann var kendur sum tann blíða og milda kempan. Hann var høgt virdur, kendur og virðismettur sum ein vinarligur maður.

Undir tekstinum er ein video frá jarðarferðini í havnini.

Kelda: Maritime Executive