* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Óvanligur stórur marknaður gevur arbeiði til fleiri smá skip

Stórur eftirspurningur eftir nýggjari tonnasju fær reiðaríini at taka fleiri skip úr síni hvíld, skrivar Alphaliner.

Talið á løgdum bingjuskipum við minni kapasiteti minkar nógv júst nú, ið vetrarhálvan, sum vanliga ber í sær lægri virksemi, elvir til stórt virksemi á marknaðinum.

Fyri tey eitt sindur størru skipini gongur tað øvugtan veg.

Tað skrivar greiningarhúsið Alphaliner.

Lagdi flotin av bingjuskipum við einum kapasiteti omanfyri 500 tjúgufótsbingjur (teu) er sambært Alphaliner fallin til 114 skip við einum samlaðum kapasiteti upp á 464.800 teu 27. november, tí stórur eftirspurningur eftir nýggjari tonnasju fær fleiri reiðarí at taka fleiri av skipum sínum úr síni hvíld.

Í bólkinum við skipum við einum kapasiteti upp á millum 3000 og 5100 teu er talið á løgdum skipum beint nú upp á tað lægsta síðani august 2015 við bert 22 skipum úr rakstri. Til samanberingar var hetta talið 128 skip fyri 13 mánaðum síðani, skrivar Alphaliner.

Tað eru millum annað eisini lægri leigugjøld fyri skipini í hesum bólkinum, sum fáa tey í rakstur.

Verður hinvegin hugt at stóru bingjuskipunum við einum kapasiteti upp á meira enn 7500 teu, verða - meira í tráð við vanliga virksemið í vetrarhálvuni - júst nú fleiri skip løgd.

Sambært Alphaliner lógu 23 skip í hesum bólkinum ultimo november ímóti bert fimm fyrst í september.

Tað er millum annað trýst frá mongu stóru skipabíleggingunum frá reiðaríunum, sum halda  fleiri av eldru skipunum fyri akkeri. Sambært Alphaliner eru bara síðani september latin 20 skip við einum samlaðum kapasiteti upp á millum 9000 og 21.400 teu.

Samstundis benda menningarætlanirnar hjá reiðaríunum á, at ongar stórar rutuvíðkanir eru á veg fyrrenn í apríl næsta ár, tá 40 skip aftrat við einum kapasiteti upp á meira enn 10.000 teu verða latin.

Hetta ber í sær munandi størri kapasitet á høvunum millum stóru skipini, sum sambært Alphaliner helst fer at bera í sær, at fraktgjøldini verða óbroytt.

Kelda: shippingwatch.dk