* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ovfarakátur skipari og avoldað skip orsøk til at El Faro gekk burtur

Fleiri orsøkir vóru til størsta skipbrotið í meira enn 30 ár í amerikanskari sjóferðslu, tá EL Faro sakk við 33 monnum umborð. Men ein ráðaríkur skipari er í miðdeplinum í endaligu skaðafrágreiðingini.

Ein ovfarakátur og ráðaríkur skipari, gomul veðurtíðindi og ein manning uttan nóg góða útbúgving umborð einum 40-ára gomlum skipi, sum ikki leyk nútíðar krøv.

So stutt kunnu orsøkirnar til størsta skipbrotið í amerikanskari sjóferðslu í meira enn 30 ár lýsast, stendur í endaligu skaðafrágreiðingini, sum amerikanska skaðanevndin, National Transportation Safety Board, hevur lagt fram.

El Faro sakk nærindis Bahamas í ódnarveðri 1. oktober 2015. Øll manningin, 33 í tali, doyði.

marinetraffic.jpg

Reiðaríið Tote Maritime átti EL Faro, sum gekk burtur á veg úr Jacksonville í Florida til Puerto Rico. Skipið liggur á fleiri kilometra dýpi í Atlantshavinum.

Niðurstøðan í skaðafrágreiðingini er sambært Reuters, at skiparin Michael Davidson ikki bert sigldi við gomlum veðurtíðindum sum grundarlagi, men eisini ferð eftir ferð kveistraði áheitanir frá mannngini til viks um at koma upp á brúnna og broyta kós til tess at sleppa undan ringastu avleiðingunum av tropisku ódnini Joaquin.

Sambært rannsóknarliðnum hevði eitt stívt hierarki á brúnni á tí 241 metrar langa skipinum skyldina fyri syndarliga skipbrotinum, tí yvirmenn og róðursmaður ikki tordu at seta seg upp ímóti avgerðini hjá skiparanum um at halda kósina, hóast nógv versnaðu veðurumstøðurnar.

Kelda: shippingwatch.dk