* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska barkin og skúlaskipið, Statsråd Lehmkuhl, hevur blindan passaser umborð í Norðsjónum.

Norska seglskipið, “Statsråd Lehmkuhl”, hevur boðað norsku løgverjuni frá, at ein sonevndur blindur “passaserur” er umborð á skipinum.

 

Stóra og vakra seglskipið, Statsråd Lehmkuhl, er á einari 5-dagar ferð í Norðsjónum. Umborð á seglskipinum skuldu vera 76 fólk, men tá tað í gjár varð talt upp, hvussu nógv vóru umborðk, vóru tey ikki 76, men 77 fólk.

 

Seinni funnu tey ein mann umborð, sum ikki var skrásettur, og sum tonki hevði at gera umborð – tað, norðmenn og danir rópa ein “blindan passaser”.

 

Løgverjan hevur fingið fráboðan um óviðkomandi ferðamannin umborð á “Statsråd Lehmkuhl”.

 

Statsråd Lehmkuhl er ein trímastrað bark, sum varð smíðað í 1914, sama árið, sum fyrri bardagi brast á. Skipð verður nýtt sum skúlaskip, og er heimahoyrandi í Bergen.

 

Kelda: Skipsrevyen