* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Óvist hvussu drúgvar kanningarnar verða

Løgreglan í Føroyum fer í dag at tosa við donsku løgregluna um at fáa eitt kanningarlið til Føroya, at kanna eldsbrunan í Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Ætlanin er at fáa fólk frá kriminalteknisku deildini hjá donsku løgregluni og fólk frá Dansk brand- og sikringsteknisk institut at kanna orsøkirnar til eldsbrunan.

Á Dansk brand- og sikringteknisk instit eru tey millum annað serfrøðingar í at kanna el-skipanir í bygningum.

Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at vónandi fer at bera til at fáa kanningarliðið til Føroya sum skjótast. Løgreglan veit enn ikki at siga, hvussu langa tíð kanningarnar fara at taka. 

Kelda: kvf.fo