* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Óvist um norska fregattin nakrantíð fer at sigla aftur

Tað er tíðin eftir, at KNM Helge Ingstad er fingin uppaftur úr sjónum, sum verður avgerandi fyri, um fregattin nakrantíð fer at sigla aftur, skrivar NRK.

 

Enn gongur nakað av tíð, áðrenn norska fregattin, KNM Helge Ingstad, verður hevjað upp aftur av botni. Fregattin sakk í fjør eftir ein samanstoyt við ein stóran tangabát. Nú verður roknað við, at fregattin verður tikin upp seinast í januar mánaði.

 

- Men um skipið aftur fer at sigla við egnari maskinu er ógvuliga óvist. Tað er í hvussu er ikki tað, vit rokna við í løtuni. Og meira tíð gongur, áðrenn vit fáa hana upp, verrið verða útlitini fyri, at hon aftur fer at sigla, sigur Nils Andreas Stensønes, leiðari í sjóverjuni.

          

Hann sigur sambært NRK, at truplasta tíðin verður alra fyrstu tíðina eftir, at skipið er fingið at flóta, tí tá sleppa luft og súrevni aftur til skrokkin, og tað, sum hevur ligið undir í sjógvi, og tá kann ávís niðurbróting fara í gongd.

 

Áðrenn KNM Helge Ingstad sakk, hevði norska sjóverjan fýra fregattir.

 

Kelda: NRK