* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oyðari var sjálvur orsøk til deyðsvanlukku

Vantandi eftirlit og venjing vóru grundir til samanstoytin millum John S. McCain og tangaskipið, Alnic MC, sum í august 2017 førdi til, at tíggju sjófólk doyðu og 48 fólk fingu løstir umborð á John S. McCain.

 

Ov lítið skil var í mannagongdunum á brúnni á John S. McCain, tá oyðarin hin 21. august í 2017 stoytti saman við tangaskipið, Alnic MC. Tað, saman við vantandi venjing og vantandi eftirliti, var grundin til vanlukkuna.

 

Tað er niðurstøðan hjá U.S. National Transportation Safety Board (NTSB), sum varð allmannakunngjørd í dag.

 

Samanstoyturin hendi í Singaporsundinum, har skipaferðslan er ein tann mesta í heiminum.

 

Ein fyrrverandi kanning um vanlukkuna, sum myndugleikarnir í Singapor gjørdu, gav manningini á tangaskipinum part av skylduni fyri vanlukkuna. Men í amerikonski kanningini verður manningin á tangaskipinum fríkend.

 

- Skiparin á Alnic MC kundi ikki við vissu vita, at skip hansara var í ringu støðuni, fyrr enn ov seint var at manerera tangaskipið, so tað slapst undan vanlukkuni, staðfestir amerikanska frágreiðingin.

 

Kelda: Maritime Danmark