* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyribils kanningar av hendingini, tá stóra farmaskipið, Wakashio, strandaði við Mauritius, vísa, at manningin setti kós tætt móti landi, tí tey leitaðu eftir wifi, sum kundi útvega teimum samband við alnetið og telefonsamband.

 

Skipið var skrásett í Panama, og tað eru júst myndugleikarnir í Panama, sum eru í gongd við at kanna, hví skipið rendi á land og sostatt dálkaði riv, strendur og annað í økinum. Skipið hevði í minsta lagi 1.000 tons av brennievni í tangunum.

 

Fyribils kanningar vísa nú, at grundin til at 203.000 dwt. stóra skipið strandaði, vóru avgerðir, sum manningin tók.

 

“Skiparin gav boð um at nærkast Mauritius, soleiðis at skipið var 5 fjórðingar úr landi. Hetta fyri at leita eftir altjóða telefon- og alnetsambandi, so manningin kundi koma í samband við familjurnar heima,” siga sjóvinnumyndugleikarnir á Panama.

 

Sjóvinnumyndugleikarnir leggja dent á, at bæði skiparin, 1. stýrimaðurin og maskinstjórin vóru staddir á brúnni, tá skipið broytti kós.

 

Í fyribils frágreiðingini stendur, at vakthavandi stýrimaður “broytti kósina”, og hinir yvirmenninir á brúnnu vístu honum óvanliga stórt álit.

 

Sagt verður eisini, at sambært kanningunum higartil nýtti skipið eitt skeivt elektronsikt sjókort, sum var stilla inn á skeivum stigi, og hetta gjørdi tað ómøguligt at kanna dýpið tætt í landi.

 

Maritimedanmark.dk skrivar, at tað hoyrir eisini til søguna, at hóast mynduygleikarnir ávaragu um skeivu kósina hjá skipinum, so vildu yvirmenninir á brúnni ikki lurta.

 

Kelda: Maritime Danmark & TradeWinds