* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Panikkur í samband við finaluna í Champions Leauge

Minst 1000 fólk løsta eftir fótbólt veitslu í Torino

Panikkur kom í mannamúgvuna á Piazza San Carlo-torginum í Torino undir finaluni í Champions League í gjárkvøldi. Nógv fólk vóru á staðnum og fylgdu finaluni í Cardiff, millum Juventus og Real Madrid, á stórskíggja.

Sambært tíðindastovuni AFP eru minst 1000 áskoðarar løstaðir. Fyrstu tíðindini vóru at 400 fólk høvdu fingið løstir, men í morgun er talið minst 1000, skrivar AFP.

Sambært fyrstu tíðidunum úr Torino eru minst fimm persónar illa løstaðir, harímillum er ein sjey ára gamal drongur.

Tað var tá eini tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, at fólk hoyrdu nakrar brestir. Panikkur kom í mannamúgvuna tá onkur rópti at talan var um bumbir. Sambært svensku tíðindastovuni TT var talan helst um fýrverkarí, sum útloysti panikkin.

Venjarin hjá Juventus, Massimiliano Allegri, frætti um hendingina í Torino meðan liðið var samlað í skiftingarrúminum aftaná dystin.

- Vit hava samkenslu við teimum sum eru løstaði í Torino. Vit vita ikki hvussu nógv sum hava fingið skaða, og vóna at tað kemur at ganga teimum gott, segði Allegri aftaná til tíðindafólk.

portal.fo / jógvan hugo gardar