* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Pappírssjókort farin í søguna á skipum hjá Norden

Síðsta Norden skipið hevur skrottað pappírssjókortið og hevur harvið ikki bert sagt farvel til eina 3-400 ára gamla siðvenju, men eisini til hópin av keðiligum arbeiði. Afturfyri hevur yvirmaðurin á brúnni fingið eitt nógv meira nágreiniligt amboð, ið ikki skal dagførast við saksi og klistri.

Síðani juli hava øll skipini hjá Norden navigerað við elektroniskum sjókortum, sum hava sent tey gomlu sjókortini í ruskspannina. Síðsta skipið, sum nú er útgjørt við elektroniskum sjókortum, er turrfarmaskipið NORD MONTREAL frá 2012.

Maritima navigatiónsskipanin ECDIS er ein alheims umfatandi standardur, sum ST-sjóvinnustovnurin IMO hevur góðkent til at kunna avloysa gomlu sjókortini úr pappíri.

Fyrimunurin er at fáa eyga á. Umframt at vera meira nágreinilig, skulu elektronisku sjókortini ikki dagførast manuelt. Tað hendir sjálvvirkandi. Harumframt kunnu fleiri ávaringarskipanir knýtast at dátunum í sjókortunum, so boðað verður t.d. frá, um skip fara av kós ella um trupulleikar eru við vatndýpdini.

Og ikki minst merkir sjálvvirkandi dagføringin, at manningin sleppur undan troyttandi arbeiðnum at dagføra pappírssjókort - við saksi og klistri - og halda skil á teimum útivið 2.000 pappírssjókortunum, sum Norden-skip kundu hava umborð.

Kelda: Norden