* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Partabrøvini hjá DFDS lækka orsakað av Brexit

Útlitini til minni vøkstur og ein niðurstiðan av úrslitinum fyri alt árið, fekk í gjár partabrøvini hjá DFDS at lækka við 7,9 prosentum til kurs 220. Orsøkin er ótryggleikin kring Brexit, sum fær íleggjarar at flýggja frá partabrøvunum.

 

Kostnaðurin á partabrævinum rakti kurs 216 kr., áðrenn hann at enda legði seg á 220 á middegi í gjár.

 

Fallið kom eftir, at DFDS hevði almannakunngjørt hálvársroknskapin, har væntaða úrslitið fyri alt árið var lækkað. Væntaða úrslitið varð lækkað úr 10-12 prosentum niður í 6-8 prosent, meðan roknað varð við, at EBIDTA fyri alt árið verður lækkað við 6 prosentum.

 

- Vit hava rættiliga greiðar ábendingar um, hvat hendir millum Evropa og Bretland við okkara stóra flota. Og viðskiftafólkini síggja, at tað ikki verða sett gongd á nýggjar íløguætlanir. Øll hava eisini sæð bilframleiðarar annaðhvørt stongt ella flutt á evropiska meginlandið, og tað ávirkar farmaskipaferðsluna, sigur Torben Carlsen, stjór í DFDS, við Børsen.

 

Kelda: Maritime Danmark