* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Partaeigarar hjá Maersk 2 milliardir ríkari

Eftir fráboðanina at Maersk Drilling í dag er komið á keypsskálan sum sjálvstøðugt felag, eru partaeigararnir í A.P. Møller – Maersk vorðnir 2 milliardir krónur ríkari mált í kursinum kl. 12.00.

 

Greinarar vænta kortini trýst á nýggju partabrøvini komandi dagarnar.

 

Maritime Danmark skrivar, at kursurin á Maersk Drilling-partabrøvunum byrjaði á 570 krónum í morgun, men fall seinnapartin niður í 550 krónur kl. 12.00. Tað gevur felagnum eitt virðið uppá 22,8 milliardir krónur.

 

Sama tíðarskeiðið fall virðið á A.P. Møller – Maersk-partabrøvunum við umleið 11,5 prosentum, sum svarar til eitt fall í virðissetanini uppá 20,8 milliardir krónur.

 

Hetta merkir, at valið at býta tey bæðið feløgini í tvey, hevur gjørt Maersk-partaeigararnar, sum fingu partabrøvini í “Drilling Company 1972” tvær milliardir krónur ríkari.

 

Skrásetingin av Drilling er sostatt fimta-størsta í søguni hja Keypsskálanum í Keypmannahavn. Bara skrásetingarnar av Ørsted, ISS, Pandora og Nets hava verið størri.

 

Kelda: Maritime Danmark