
Páskaheilsan frá Antares
Nú fyrsti ársfjórðingur av hesum árinum er farin afturum, má sigast at felagið er meira livandi enn nakrantíð. Heimasíða felagsins batnar í hvørjum og enn fleiri framstig verða gjørd í næstum.
Tey føstu tiltøkini halda fram og felagið gerst meira sjónligt sum frálíður. Í tí meira stilla, halda vit fram at hjálpa limum og at samskifta við myndugleikar og onnur.
Nú páskirnar eru byrjaðar, eru vit sum vant stødd mangastaðir í heiminum, í eystri og vestri, suðri og norði, í mongum ymiskum vási.
Við vón um at tit øll hava tað gott og eru trygg har tit eru, fara vit at ynskja tykkum einar gleðiligar páskir.
Vegna felagið Antares
Dánjal Jákup Meinertsson, formaður
.