* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Passini dýrka 50 og góð 100 prosent í næstu viku

Fólkapensjónistar noyðast at gjalda meira enn hundrað prosent, tað vil siga 200 krónur meira fyri eitt pass enn áður

Mikudagin í næstu viku, tann 1.november, verður dýrari at fáa sær pass.

Príshækkingin er nevniverd, hon er 50 prosent.

Nú gjalda fólk, sum eru fylt 18 ár men ikki 67 ár, 400 krónur fyri eitt pass.

1.november hækkar gjaldið upp í 600 kr.

Fólk, sum eru yngri enn 18 ár, gjalda tó tað sama, 150 kr.

Men fólkapensjónistar skulu eisini gjalda nógv meira, meira enn 100 prosent. Tey fara úr 150 kr. upp í 350 kr. fyri pass.

Kelda: kvf.fo