* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Petrobras kemur sterkt aftur

Brasilska oljufelagið, Petrobras, sum hevur verið í miðdeplinum um umfatandi mutur á hægsta stigi, kunngerð besta roknskapin í meira enn fýra ár.

 

AP skrivar, at Petrobras fyrsta ársfjórðing í ár hevði eitt nettoúrslit upp á 1,94 milliardir US dollarar í mun til umleið 1 milliard US dollarar sama tíðarskeið í fjør. Tað merkir, at Petrobras betrar munandi um úrslitið hóast nógvu umrøðuna um mutur.

 

Hægri oljuprísir og søla av ognum felagsins hava gjørt sítt til, at úrslitið er so gott sum tað er.

 

Petrobras verður í løtuni kannað undir heitinum “Operation Car Wash”. Kanningarfólk siga, at feløg, sum hava arbeitt fyri felagið, hava fingið goldið yvirprísir, og tað er her, at mutrið kemur inn í myndina.

 

Bæði politikarar og stjórar hava fingið samsýningarmutur í peningi og í gávum.

 

Felagið hevur annars boðað frá einum netto tapi í roknskapinum fyri 2017, fyri ein stóran part grundað á kostnaðarmiklu rættargongdina í sambandi við muturgøluna hjá felagnum.

 

Kelda: AP og Søfart