* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Petur Hans Dahl og Christian Poulsen.

Petur Hans og Christian heiðraðir á Vinnuháskúlanum

Síðsta fríggjadag var móttøka á Vinnuháskúlanum fyri Christiani Poulsen og Petur Hans Dahl, sum eftir 35 ár sum lærararv á skúlanum, fóru frá fyri aldur.

Bæði Christian og Petur Hans byrjaðu á skúlanum sum lærarar í 1982. Christian hevur serliga undirvíst í siglingarlæru, alisfrøði og hevur eisini undirvíst á skeiðum, so sum Arpa - Ecdis og GOC.

Petur Hans hevur undirvíst í flest øllum lærugreinum og hevur eisini undirvíst í skeiðum, so sum Arpa og Ecdis. Hann hevur eisini verið varaskúlastjóri í mong ár umframt skúlastjóri í tvey styttri tíðarskeið.

Val av fólki var komið til móttøkuna. Stjórin Wilhelm Petersen helt røðu fyri teimum báðum og takkaði fyri eitt langt tíðarskeið á skúlanum og fyri eitt sera gott samstarv.

Eisini onnur nýttu høvi at bera heilsu til teir báðar.

Vit frá skúlanum, takka fyri gott og langt samstarv og ynskja teimum báðum ein góðan byr framyvir.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá móttøkuni og røðan hjá stjóranum.
























Her er røðan, sum skúlastjórin hevði fyri Kissa og Petur Hans:

Tala til móttøku hjá Petur Hans Dahl og Christian Poulsen – 28.04.2017

Eg skal vegna Vinnuháskúlan bjóða tykkum øllum vælkomnum til hesa móttøku í sambandi við, at Christian Poulsen - vanliga nevndur Kissa og Petur Hans Dahl, eftir drúgva tænastu eru givnir her á skúlanum vegna aldur.

Ein søga er um, hví júst hesin dagur er valdur. Nakað er síðan, at teir báðir boðaðu frá, at teir ætlaðu at gevast á VH við ársskiftið 2016 - 2017. Hvørgin teirra høvdu havt fult skema seinastu tíðina. Tosað varð aftur og framm um, at hóskandi var við eini móttøku eftir 35 árum á skúlanum. Vit vóru samdur um at finna ein dag eftir próvtøkuna, og tá ið lestrarhálvan várið 2017 var komin væl í gongd.

Tá nakað er ligið út í hesa lestrarhálvu, kemur PHD inn á skrivstovuna – sum hann so ofta plagar – til eitt prát um leyst og fast. Bátar, fiskiskap og hvat annars er uppi í tíðini. So sigi eg við PHD, at nú mugu vit áseta ein dag til móttøkuna. Tað er hann samdur í. Tá eg nevni ein av fyrstkomandi fríggjadøgum hyggur PHD uppá stóra kalendaran, eg havi hangandi á talvuni í skrivstovuni, har ymiskir dagar eru frámerktir, og so sjálvandi eisini streymkurvarnar. PHD sigur, at dagarnir, sum eg nevni, passa ikki heilt, tí Kissa er burturstaddur. "Fint, sigi eg, so taka vit fyrstkomandi fríggjadag, tá hann er afturkomin”. PHD hyggur undrandi uppá meg við stórum eygum og sigur "Nei, hetta ber slett ikki til”. Eg undrist og spyrji hví. PHD hyggur alvorliga uppá meg og sigur - "jamen, tá er jú besti streymur”. Tí hóskar dagurin í dag sera væl til eina móttøku, tí harðasti streymur er júst dagin í dag. Eingin hugsar um at fara á flot.  

PHD hevði í drúgva tíð ábyrgdina av at leggja skema fyri undirvísingina á skúlanum, og mangan hevur verið skemtað við, at mánin og harvið streymviðurskiftini eisini høvdu ávirkan á tímatalvuna.

 

Christian Poulsen (Kissa) Føddur 1946.

Hann fór til skips sum 14 ára gamal við Polarfarinum og síðani við Fiskanes, Leivi Øssursyni og einum norskum trolara. Í januar 1970 byrjaði hann sum næmingur á Skiparaskúlanum og bleiv stýrimaður í desember í 1972 og síðan skipsførari í juni 1973. Eftir tað fór hann við Dansk Esso. Í 1981 fekk hann læraraprógv og byrjaði sum lærari á Føroya Sjómansskúla 01.08.82. Hann hevur undirvíst í navigatión, alisfrøði og fyrisiting. Og hevur eisini arbeitt nógv við simulering og siglt við næmingum við Ólavi Halga og Brimli. Eitt heyst var hann 56 dagar umborð saman við heimaskiparum, skiparum og skipsførarum.

Petur Hans Dahl Føddur er 1943.

Hann fekk læraraútbúgving í 1965. Í 1977 gjørdist hann skipsførari og sigldi við donskum farmaskipum til hann í 1982 gjørdist lærari á Føroya Sjómansskúla, har hann var varastjóri frá 1994 til 2014. Eisini var hann settur stjóri í 3 mánaðar á sumri 2000 og frá august til december 2013. Hann hevur undirvíst í flest øllum fakum og havt nógv ymisk skeið.

 

Eksponentar fyri menning av skúlanum

Kissa kom upp í arbeiðið við ARPA-simlatori saman við Hans Jacob Lamhauge, sála, í 1987, har teir settu upp ein nýggjan ARPA-simulator. Øll árini síðan tá hevur Kissa undirvíst í ARPA.

Kissa arbeiddi við fyrsta NMC simulatorinum, ið var var fyrsti sumulatorurin, ið skúlin fekk. "Hesin dugdi ikki nógv, um við samanbera við simulatorarnar á skúlanum í dag. hesin hevði bert eitt skip og modellið skuldið innlesast in frá einum magnetbandi” Hetta riggaði ikka hevur Kissa greitt mær frá.

Eitt av stóru skeiðunum á VH er hevur gjøgnum tíðirnar verið ECTIS (Elektronisk Sjókort). Her var VH tíðliga úti, og fekk útgerð langt áðrenn hetta varð eitt krav til næmingar og teir ið høvdu vinnubræv sum navigatørar. Skútlin fekk ECTIS útgerð í 2006 og øll árini síðan hava Kissa og Petur Hans undirvíst á hesum skeiðum.

 

Kissa og PHD hava eisini verið nakrir kyllar:

Ein søga um hetta er,  tá ið umboð fyri VH vóru á kanningarferð í USA viðv. ECTIS útgerð í 2006. Á túrinum vóru m.a. Kissa og PHD saman við táverandi stjóra, Hans Johannes á Brúgv. Valið av ECTIS útbúnaði var fallið á TRANSAS.

Á ferðini vitjaðu teir eitt rúmdarsavn í Washington. Har var mangt áhugavert at síggja, m.a. ein mánasteinur, sum fyrstu menn á mánanum høvdu havt heim við sær. Petur Hans hevur greitt mær soleiðis frá hesi søgu:

"Komnir útum rúmdarsavnið, stóu vit og bíðaðu eftir Hans Johannes á Brúgv. Har stóð ein urtapottur við síðuna av gongubreytini. Í honum sá eg ein serstakan stein. Eg fekk eitt hugskot: Segði við hinar, at vit skuldu fortelja fyri Hans Johannes, at eg hevði tikið henda stein av mánasteininum við mínum felliknívi, og koyrt hann í lumman. Hans Johannes kemur út aftur, og vit tríggir siga honum frá tilburðinum. Hann bleiv hjartkiptur og segði, at eg skuldi innaftur við steininum, tí hann hevði sæð minst fýra vakmyndatól í rúminum. Eg segði, at tað tordi eg ikki. So rýmdu vit, men Hans Johannes bað meg keypa mær sólbrillur og ganga í húgvu, so at CIA ikki skuldi kenna meg. Restina av túrinum gekk Hans Johannes við stórum ampa, og hvørja ferð, vit sóu politiið, bað hann meg krógva meg. Á veg heim millumlendu vit í Frankfurt. Tá sigur Hans Johannes við meg, at eg eri ikki sloppin enn, tí CIA hevur eisini deild í Frankfurt.

Komnir heimaftur fortelja vit søguna við læraraborðið í kantinuni, og øll trúgva tí. Eg vísti teimum eisini steinin, sum eg enn hevði í lummanum. Onkur meinti, eg burdi latið forngripasavninum hann. Tá fekk Kissa kaldar føtur, og sá fyri sær stóra yvirskrift í Oyggjatíðindum: "Varastjórin á Vinnuháskúlanum stolið mánastein í USA”. Hann spurdi Hans Johannes, um hann mintist, hvat dato tað var, ið hendingin fór fram. Nei, tað mintist hann ikki. Jú, tað var 1. apríl. Hendingin var harvið annulerað, men søgan livir enn.”  

Hann heldur áframm - Eg kann til stuttleika nevna, at eg í míni tíð havi arbeitt undir 8 stjórum, mær sjálvum íroknaðum.

Skúlans "ve og vel” hevur altíð ligið mær frammaliga í sinni. Tað vísti seg kanska hinaferð, tá okkara venjingarskip "Ólavur Halgi” bleiv seldur fyri nøsini av okkum, og har stóðu vit við ongum skipi, og okkara næmingar fingu ikki prógv. Eftir eina hvassorðaða grein í bløðunum skuldi bæði stjórin og eg standa skúlarætt yvir fyri aðalstjóranum og landsstýrismanninum í mentamálum. Men hvat hendi, danska venjingarskipið "Lars A. Kruse” bleiv leigað til venjingasigling, og okkara námsfulltrúi í MMR, Viljálmur Gregoriussen, sáli, bað meg sum skipara í 6 vikur, og okkara næmingar fingu sigling og prógv.

Eg kann eisini nevna, at eg var stoltur av at kunnu vera við, tá ið eg, saman við Wilhelm E. Petersen, núverandi stjóra, var í fíggjarmálaráðnum, hat vit fingu í lag gjaldshátt, sum gjørdi, at vit í 2014 kundu seta á stovn DP simulator.

Her endar frásøgnin hjá PHD

At enda í hesi røðu vil eg siga, at bæði Kissa og PHD hava staðið sum Eksponentar fyri menning av skúlanum. Bæði tøkniliga, og tá ið umræður frálæru og innihald. Persóniliga vil eg siga takk fyri gott samstarv. Eg havi verið so heppin, at samstarva við hesar menninar í skjótt 5 av teirra 35 árunum á skúlanum. Eg vil siga stóra tøk fyri tíðini. Altíð umgongiligir, positivir og ikki minst tú veitst, hvat teir meina.

Enn einaferð takk og má harrin fylgi tykkum víðari á leiðini. Tit hava hvør í sínum lagi funnið tykkum ein gerandisdag uttanfyri skúlan.

Tit eru altíð vælkomnir til ein kaffimunn.

Skúlin hevur funnið eitthvørt til dagin. Tað er ikki lætt at finna gávu til teir, ið eiga alt, so her fáa tit handað eitt gávukort til handlar og støð miðbýnum. 

Takk fyri! 

Kelda: Vinnuháskúlin