* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsta konstruksjónsskip, Pioneering Spirit, er komið aftur í Svartahavið at arbeið við einari gass-rørleiðing.

Pioneering Spirit komin aftur í Svartahavið

Heimsins størsta konstruksjónsskip, Pioneering Spirit, er komið aftur í Svartahavið at arbeiða við rørleiðing á umleið 2.200 metra dýpi.

 

Pioneering Spirit hevur fyrr arbeitt í Svartahavinum, ta ferðina var tað fyrsti partur av arbeiðinum við at leggja eina gass-rørleiðing millum Russland og Turkaland.

 

Nú, Pioneering Spirit aftur er at síggja í Svartahavinum, verður byrjað uppá 2. stig av arbeiðinum at leggja longu gass-rørleiðingina. Skipið ger arbeiði heilt niðri á 2.170 metra dýpi.

 

Tá Pioneering Spirit arbeiddi á leiðini fyrru ferð, legði tað 900 kilometrar av gass-rørleiðing fyri TurkStream gjøgnum Svartahavið - frá Anapa í Russlandi til til Kiyikoy í Turkalandi. Rørleiðingin er 32 tummar til tjúgdar.

 

Tað er sveisiska verkfrøðingafelagið, Allseas, sum eigur Pioneering Spirit.

 

Kelda: gCaptain