* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Prosafe skal hýsa oljuarbeiðarum á Johan Sverdrup-økinum

Prosafe, ið rekur ein flota av hotellpallum og hotellskipum, hevur fingið sáttmála við Statoil í sambandi við fyrsta byggistigið av Johan Sverdrup-økinum, um pallin Safe Zephyrus, ið hevur 450 seingjarpláss.

Tað upplýsir Prosafe í eini fráboðan, har upplýst eisini verður, at sáttmálin hevur eitt virði upp á millum 51 og 53 mió. dollarar. Sjálv longdin á sáttmálanum er ikki ásett enn, men ymsir møguleikar verða nevndir, m.a. eitt 12 mánaðar fast tíðarskeið frá síðst í øðrum ársfjórðingi í 2018.

"Prosafe metir henda sáttmálan vera eitt týðandi vegamót, og vit ætla at gera okkara ítarsta til tess at veita eina so góða og holla tænastu sum tilber. Statoil er ein týdningarmikil kundi, og hetta er ein sera týdningarmikil sáttmáli fyri felagið at vinna. Vit vænta eisini at fáa ógóða av hesum í sambandi við onnur arbeiði í víðari menningini av Johan Sverdrup," sigur Jesper Kragh Andreasen, stjóri, í fráboðanini.

Statoil er fyristøðufelag á Johan Sverdrup-økinum, har Lundin Petroleum, Petoro,af, Aker BP umframt Maersk Oil eisini teljast millum eigararnar.

Prosafe hevur heimstað á Kypros, men er skrásett á keypskálanum í Oslo. Í 2016 yvirtók felagið Axis Offshore felagið.

Kelda: shippingwatch.dk