* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Putin fer at tíggjufalda ferðsluna norður um Russland

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur kunngjørt, at landið fer at tíggjufalda ferðsluna norður um Russland hetta til 2025 til 80 mió. tons. Víðkanin er sambært forsetanum lykilin til at menna arktiska umráðið í Russlandi og fjareystri.

“Mál okkara er at gera hana til eina alheims og kappingarføra flutningsrutu. Lat meg minna tykkum á, at rutan varð brúkt meira aktivt í Sovjettíðini í mun til, hvussu hon higartil hevur verið brúkt. Vit fara avgjørt at menna hesa rutuna til tess at røkka nýggjum málum, segði Putin á einum floksfundi í Moskva.

Rutan er eitt styttri alternativ til Suez-veitina og kann fáa størri týdning í takt við, at ísurin við Arktis minkar og støðugt fleiri handilsskip verða sniðgjørd til at kunna sigla gjøgnum ísfylt sjóøki, sum ger flutning av gassi úr fjarskotnum arktiskum umráðum handilsliga burðardyggan.

Hetta er ikki minst galdandi fyri ovurstóra russiska Yamal LNG Project, sum er treytað av at kunna flyta gass umvegis norðurrutuna.

Í 2017 varð ein metstór nøgd upp á 9,7 mió. tons flutt norður um Russland.

Kelda: World Maritime News