* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Uttanríkisráðharrin í Nýsælandi mælir til, at leitað verður eftir svarta kassanum hjá Livestock 1.

Nýsælendski uttanríkisráðharrin stuðlar ætlanini at finna svarta kassan hjá djóraflutningsskipinum, Livestock 1, sum sakk í einari melduródn 2. september. 40 av manningini, sum var upp á 43, eru ikki komin afturíaftur. 5.800 neyt vóru eisini umborð á djóraflutningsskipinum.

 

“Vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur fyri tey avvarðandi hjá manningini at fáa meira at vita um, hvør grundin var til vanlukkuliga missin av mannalívum,” segði nýsælendski uttanríkisráðharrin, Winston Peters, í vikuskiftinum við nýsælendskar miðlar.

 

Formaðurin í sjómannafelagnum í Nýsælandi, Joe Fleetwood, segði eisini í nýsælendskum sjónvarpi í vikuskiftinum, at skipið helvti eini 2-3 stig, tá tað fór úr havnini í Napier á túrinum móti Kina.

 

Tá túrurin var komin í helvt, var avgerði tikin um, at skipið ikki skuldi royna at sigla uttanum melduródnina. AIS-upplýsingar vísa, at skipið tá hevði kós beint móti sjálvum eyganum í melduródnini í Eysturkinesiska havinum, har alduhæddin var 15 metrar.

 

Tað var her, at skipið misti maskinmegina, og fórst.

 

Leitingin eftir fólki, sum møguliga framvegis vóru á lívi, varð avblást í farnu viku, men avvarðandi royna at fáa leitingina tikna uppaftur. Fleiri bjargingarbátar eru framvegis ikki komnir afturíaftur.

 

Kelda: Splash