* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ráðstevna um maritimar førleikar

Á MARCOMP 2018 ráðstevnuni í Svendborg í gjár vóru mong boð um, hvørjum førleikum Bláa Danmark hevur tørv á í framtíðini. Hvussu meðarbeiðararnir skulu brynjast til tørvirnar, ið verða um fimm ár, hvat ið drívur vøksturin og hvør hevur ábyrgdina fyri menningini av framtíðar maritimum vinnum.

Umleið 100 umboð úr maritimu vinnunum, útbúgvarstovnum og felagsskapum hittust at umrøða hesi evnini og mangt annað. Ráðstevnan setti framtíðina hjá teimum ungu og Bláa Danmark í fokus í royndini at finna svarð upp á tørvin í framtíðini. 

Millum framløgufólkini vóru umboð fyri Bláa Danmark og frá teimum lesandi. Íblástur fekst eisini frá Heilsuverkinum, har talgilding hevur elvt til framstig. Claus Rehfeld stjóri í Health Innovation Institute kundi geva Bláa Danmark íblástur við góðu og vánaligu royndunum hjá Heilsuverkinum, herundir við heilsupallinum og kunstigum intelligensi.

Rástevnan gav góðan íblástur til, at Bláa Danmark kann fyrireika seg til broytingar, bæði sum reiðarí, veitarar, myndugleikar og útbúgvingarstovnar. Luttakararnir fingu eisini í orðaskiftum møguleika at hoyra røddirnar á teimum ungu - framtíðini - um hvussu framtíðar maritimu útbúgvingarnar eiga at verða skipaðar. 

Marcomp 2018 varð fingin í lag í tøttum samstarvi millum fleiri felagsskapir, útbúgvingarstovnar og fyritøkur í Bláa Danmark og fekk stuðul úr Fonden for Fynske Bank og Svendborg Kommunu.

Kelda: Maskinmestrenes Forening/maritimedanmark.dk