* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein rækjutrolari sakk í Oslofjørðinum, eftir at eldur kom í hann í gjár. Mynd: REDNINGSSKØYTA «ELIAS»

Eitt fólk fekk skaða, tá eldur kom í ein rækjutrolara, sum lá á Oslofjørðinum í gjár. Endin var, at rækjutrolarin sakk.

 

Løgverjan fekk boð um eldin klokkan 10.06 fyrrapartin í gjár, hósdagin. Tá stóð trolarin longu í ljósum loga út fyri Moss í Oslofjørðinum. Fleiri sløkkilið og bjargingarlið fóru á ástaðið.

 

- Ein maður varð bjargaður yvir í ein annan bát, og viðkomandi varð síðani fluttur við tyrlu á sjúkrahús í Tønsberg við roykskaða, sigur norska løgverjan.

 

Sløkkiliðsfólk og bjargingarlið stríddust við at sløkkja eldin, men tað var trupult, tí fleiri fløskur við propani vóru umborð á trolaranum. Tað gjørdi arbeiðið truplari, segði Vincent Roos, bjargingarleiðari, við NRK.

 

Stutt eftir kl. 14.00 boðaði sløkkiliðið frá, at trolarin var sokkin.

 

Seinni vórðu oljubyrgingar lagdar út sum eina trygd, skal trolarin fara at leka olju.

 

Kelda: NRK