* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ellivu sjóvólk, sum vóru rænd fyri einum mánaða síðani, eru júst latin leys í Nigeria.

Rænd manning latin leys í Nigeria

Ellivu sjófólk, sum vórðu rænd av nigerianskum sjórænarum fyri einum mánaða síðani, eru nú latin leys. Eftir umstøðunum hevur manningin tað gott, sigur reiðaríið, ForestWave.

 

Tey ellivu sjófólkini vórðu rænd 21. apríl, tá sjórænarar gingu á farmaskipið, FWN Rapide, sum hollendska reiðaríið, ForestWave, eigur. Skipið var á veg úr Ghana til Nigeria, tá sjórænarar gingu upp á skipið.

 

Nakrar dagar seinni fekk reiðaríið samband við manningina, sum nú er leyslatin.

 

Tað skriva fleiri altjóða fjølmiðlar, sum endurgeva russiska uttanríkisráðið. Russiska uttanríkisráðið skal vera blandað upp í málið, tí skiparin á rænda skipinum skal vera russari.

 

Sambært tíðindasíðuni, Fleetmon, bendir alt á, at loysigjald er goldið fyri manningina. Men hvørki russiska uttanríkisráðið ella reiðaríið hava váttað hesi tíðindi.

 

NlTimes veit at siga, at manningin nú er á veg heim til familjur sínar.

 

Fjúrtan sjófólk vóru umborð á FWN Rapide. Sjórænararnir lótu tvey av manningini vera eftir á skipinum, og eitt triðja sjófólk hevði goymt seg umborð.

 

Kelda: Shippingwatch