* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Rænt skip: Bara tveir mans sluppu undan

Bara tveir av manningini sluppu undan, tá sjórænarar komu umborð á hollendska skipið, FWN Rapide, seinasta leygardag og tóku 12 av teimum 14 av manningini til gíslar.

 

Tað sigur hollendska reiðaríið, Forrest Wave.

 

Reiðaríið sigur í einari fráboðan, at tað hevur fremstu raðfesting at fáa samband við rændu sjófólkini og tryggja, at tey koma heim aftur sum skjótast og so trygt sum tilber.

 

Reiðaríið rósar teimum báðum av manningini, sum vóru eftir á skipinum, fyri professjónalismu og treystleika undir hendingini, og at hava siglt skipið í eitt tryggari øki.

 

FWN Rapide varð smíðað í 2005, og siglir undir hollendskum flaggi. Tað er 10.600 t.dv., og varð álopið við innsiglingina til Port Harcourt. Skipið var á veg úr Takoradi í Ghana til Onne í Nigeria.

 

Kelda: NL Times, Søfart og Ships & Ports