
Rætturin á Fiji heldur russiskum marglætisbáti aftur
Ein rættur á Fiji hevur gjørt av, at leggja hald á 300 milliónir dollara-jaktina hjá russiska oligarkinum, Suleiman Herimov, eftir boðum úr USA. Jaktin ella marglætisbáturin liggur nú svínabundin við bryggju á Fiji.
Apellrætturin á Fiji hevur sagt, at marglætisáturin Amadesa ikki kann flytast burtur frá oynni.
Amerikanska sendistovan í Suva hevur higartil ikki vilja útalað um málið.
Myndugleikarnir í fleiri londum hava lagt hald á bæði privatar marglætisháborgir og marglætisbátar, síðan Russland gjørdi av at gera innrás í ukraina, tað, sum Russland rópar eitt serligt átak.
Kelda: Reuters