* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Rakstrartapið hjá Farstad farið upp um eina hálva miljard

Farstad Shipping misti 511 mió. norskar kr. í 1. ársfjórðingi. Hetta eru 559 mió. vánaligari enn í sama tíðarskeiði í fjør. Men úrslitið í ársfjórðinginum verður bjargað av eini himmalhøgari fíggjarligari einusinnisinntøku í tí skjótt samanlagda reiðarínum.

Einusinnisinntøkan upp á 1,74 mia. norskar kr. kemur sum eitt úrslit av umleggingingi av skuld til nýggjan partabrævakapital, teknaður til yvirkurs.

Harvið verður úrslitið í ársfjórðinginum eitt yvirskot upp á 1,11 mia. norskar krónur ímóti einum - ikki samanberandi - yvirskoti í sama tíðarskeiði í fjør upp á 94,2 mió. kr.

Rakstrarundirskotið upp á 511 mió. kr. kemur av einum falli í umsetninginum úr 827,2 mió. kr. til 495,6 mió. norskar kr. og eini stórari hækking í útreiðslunum upp á 331,6 mió. norskar kr. til 827,2 mió. norskar krónur í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Farstad hevði 14 skip uttan arbeiði í fyrsta ársfjórðingi og grundgevur skerda umsetningin við "avbjóðandi marknaðarstøðuni”.

Farstad Shipping er í ferð við at leggja síðstu hond á samanleggingina við Solstad Offshore og Deep Sea Supply, ið fer at skapa eitt felag við einum flota upp á meira enn 150 frálandsskip.

Kelda: Farstad