* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska havrannsóknarskipið, Dr. Fritjof Nansen.

Við Bontelabo-bryggjuna í Bergen liggur havrannsóknarskipið, Dr. Fritjof Nansen, og tekur streym. Norska Havstovan vil hava tað í drift fram við norsku vesturstrondini, men tað krevur, at stjórnin góðkennir tað í hesum koronutíðum. Og tað hevur stjórnin ikki viljað gjørt higartil.

 

Tað er norska Havstovan, sum hevur ábyrgdina av skipinum, og sum fíggjar Fritjof Nansen-ætlanina. Men koronusmittan syrgdi fyri, at skipið varð lagt stilt, og nú liggur tað svínabundið við bryggju í Bergen.

 

Allar rannsóknarferðir hjá skipinum eru útsettar til í juni mánaða komandi ár.

 

Samstundis situr reiðarístjórin á norsku Havstovuni, Per Nieuwejaar, saman við starvsfeløgum sínum, og leggur kabalina fyri raksturin næsta ár.

 

- Menningarstuðul rindar raksturin hjá skipinum, og menningarstuðul rindaði eisini part av sjálvari byggingini, og tískil kann skipið ikki uttan víðari gera arbeiðið fyri onnur. Tað snýr seg um, hvat peningurin er játtaður til og hvat peningurin kann brúkast til. Her liggur ein fíggjarteknisk forðan fyri, at skipið kann takast í nýtslu, sigur Nieuwejaar við skipsrevyen.no

 

Kelda: Skipsrevyen