* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Foto: Marit Hommedal / NTB

Ravmagnisering av norskum boripallum kann økja gassútflutningin til ES 2,5 prosent árliga. Tað vísa tøl hjá Offshore Norge.

 

Útrokningar, sum Offshore Norge – fyrrverandi Norsk olje og gass – sum er limafelag hjá oljuvinnuni, vísir, at við at nýta ravmagn úr landi til boripallarnar í staðin fyri gass turbinur, ber til at frígeva stórar mongdir av gassi, sum kann útflytast til ES.

 

Tað skrivar Klassekampen sambært E24.no.

 

- Tað hevur stóran týdning fyri Evropa, sum rópar eftir gassi, sigur Benedicte Solaas í Offshore Norge við miðilin.

 

Hon er sjóri fyri veðurlag og umhvørvi í felagnum og heldur, at Noreg hevur eina ábyrgd at hjálpa Evropa við at tryggja støðuga orkuveiting.

 

Eru útrokningar rættar, og uppskotið verður samtykt, so merkir tað, at Noreg kann økja gassútflutningin til Evropa við millum 28 og 31 terawatt-tímum (TWh) árliga í 2030.

 

Tað er ráðgevarafyritøkan Endrava sum hevur gjørt útrokningarnar fyri Offshore Norge.

 

Kelda: E24