* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggjur ravmagns ferðafólkabátur verður smíðaður til 75 ferðafólk.

Ravmagns ferðafólkabátur til 75 ferðafólk

Maritimt Partner í Noregi skal smíða ein nýggjan ravmagns/elektriskan ferðafólkabát til Moskenes Shipping í Lofoten. Ravmagns ferðafólkabáturin fer at sigla við ferðafólki aftrat føstu rutini til íbúgvarnar í økinum. Báturin, ein Alusafe Cat 18 EL, fer at hava heil-ravlaðs framdráttarlinju og pláss til 75 ferðafólk.

 

Ferðafólkabáturin verður smíðaður sambært galdandi reglum fyri ferðafólkaskip, og tað fevnir um snið, trygdarútgerð og ravtøkni við siglingarfrøði og samskifti.

 

Talan er um eitt nýtt modell, og Ola Lillo-Olsen, sivilverkfrøðingur, hevur sniðgivið bátin. Hann verður innrættaður soleiðis, at allir ferðafólkahentleikar eru atgongiligir fyri øll.

 

Til ber at koma inn í høvuðssalongina frá bæði fordekkinum og afturdekkinum. Í salongini eru 75 sitipláss og pláss fyri brek/rullistóli sambært reglunum. Nærum helvtin av sitiplássunum hava eisini borð, nakað, sum ger, at báturin hóskar væl bæði sum ferðafólkabátur og sum rutubátur.

 

Nógv av kúgveygunum/vindeygunum umborð eru rættiliga stór, og tað ger tað ljóst inni í bátinum, samstundis sum útsýnið verður gott.

 

ABB veitir fullkomnar ravmotorar og ravløð. Tveir 97kW luftkøldar elektro-motorar og frekvensumformarar við eini samlaðari ravlaðsorku upp á 528 kWt, sum gevur eina ferð upp á 12 míl.

 

Ferðafólkabáturin, sum er ein tvíkilja, er 19,72 metrar langur og 6,80 metrar breiður. Skrokkurin verður gjørdur úr aluminium.

 

Kelda: maitimt.no