* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskipið, Viking Sky.

Ravmagnsfeilur mest sannlíki feilurin á “Viking Sky”

Eftirsum allir fýra motorarnir steðgaðu samstundis, bendir alt á, at talan var um blackout. Og av tí at tað tók so langa tíð at restarta skipanirnar og motorarnar bendir eisini alt á, at talan var um ein feil við ravmagninum.

 

Tað sigur Svein Roger Mandal, ábyrgdari av reikferðaskipum í Norska Maskinmeistarafelagnum.

 

- Men fyribils eru hetta bara gitingar, tí grundirnar til at motorarnir steðgaðu á Viking Sky kunnu vera so nógvar. Tað kann vera atflutningurin av brennievni, og tað kunnu hava verið aðrir trupulleikar. Eg síggi til dømis, at skipið hevur snarað 45 stig, og tað kann vera tekin um, at luft er komin í køliskipanina, sigur Svein Roger Mandal.

 

Umborð á einum reikferðaskipi eru í minsta lagi fýra motorar. Tveir fáa vanliga brennievni úr einum oljutanga, meðan hinir báðir fáa brennievni úr einum øðrum tanga. Sostatt eigur eitt slíkt reikferðaskip at kunna bjarga sær við bara at nýta tveir motorar.

 

- Kanningar koma at vísa, hvat tað var, sum gekk galið. Men uttan mun til hvat og hvussu, so var tað manningin, ið vóru hetjurnar hendan dagin, tí tað var manningini fyri at takka, at tað eydnaðist at fáa akkerini út í vánaliga veðrinum og harvið forða fyri at skipið rak á land, sigur Svein Roger Mandal.

 

Kelda: Skipsrevyen