* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Regla kostar skipasmiðjuumsetning upp á 750 mió. kr.

Danskar skipasmiðjur og veitarar hava mist ein umsetning upp á 750 mió. kr. orsakað av serreglunum hjá statinum um, at skipasmiðjur verða útihýstar at bjóða upp á nýbygningar, hava tær ikki bygt eitt líknandi skip seinastu tíggju árini. Tað metir Danske Maritime.

Mistu ordrarnir verða mettir at kosta samfelagnum 300 mió. kr. i mistum skattainntøkum og arbeiði, svarandi til 700-1000 ársverk.

“Hetta málið stinkar langt burtur av pappírsveldi, løgfrøðiligari hárroyting og at renna undan ábyrgd heldur enn einum veruligum ynski um at fáa besta skipið fyri besta prísin. Tað áttu at verið førleikarnir, ið vóru avgerandi, og ikki um ein hevur bygt eitt skip av sama slag,” sigur Jenny N. Braat, stjóri í Danske Maritime.

Í málinum um byggingina av trimum nýggjum bjargingarbátum til jútsku vesturstrondina við einum samlaðum virði upp á 140 mió. kr., ætlaði Mathis skipasmiðjan í Aalborg at bjóða upp á arbeiðið. Men hóast skipasmiðjan bygdi teir núverandi bjargingarbátarnar, fær hon ikki loyvi at vera við. Teir eru frá 2002 og tískil eru royndirnarhjá skipasmiðjuni fimm ár ov gamlar í mun til tíggjuára regluna.

”Aftur er tað kravið um at hava bygt skip av sama slagi seinastu tíggju árini, sum fær fleiri danskar skipasmiðjur til ikki at bjóða. Við útreiðslum upp á útivið 100.000 krónur bert fyri at geva eitt tilboð, er tað tíverri skiljandi, at ein lutfalsliga lítil skipasmiðja als ikki fer í holt við útboðið, tá tær renna seg í forðingar av hesum slagnum, og tí síggja seg dømdan úti frammanundan,” sigur Jenny N. Brat.

Staturin setti nýggju útbjóðingarskipanina í verk fyri fáum árum síðani, og ávirkanin slær av álvara ígjøgnum nú. Í 2017 fóru allir nýbygningarnir hjá statinum - við undantaki av einum - til útlandið.

Kilde: Danske Maritime