* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðarafelagið fyri Farmaskip eitur nú Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Enska heitið er Shipowners of the Faroe Islands


Týsdagin í farnu viku varð avgjørt á eykaðalfundi í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, at nýggja heiti felagsins verður Reiðarafelagið fyri Handilsskip og á enskum Shipowners of the Faroe Islands.


Orsøkin til navnabroytingina er ein ásannan av, at limaskarin í felagnum fevnir breiðari enn orðið “farmaskip” leggur upp til.


Eitt handilsskip er sambært føroysku skipaskrásetingarlógini “Eitt og hvørt skip ella far, tá ið fiskiskip og stuttleikaskip eru undantikin”, og hetta fevnir sostatt um øll tey skip, sum limirnir í felagnum vara av.


Skipini, sum reiðaríini í felagnum vara av, eru m.a. farmaskip (bulk, ro-ro, bingju), ferðamannaskip, tangaskip, veitingarskip og onnur tænastuskip.


Í nevndini í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip sita:


Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Rúni V. Poulsen, Gunnbjørn Joensen, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Jónas Sigmarsson.


Kelda: Vinnuhúsið/heimasíðan