* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðarí avbjóðingar av nýggjari persóndátulóg

Mong reiðarí eru ikki til reiðar til nýggju persóndátulógina, sum kemur í gildi í mai í ES, skrivar TradeWinds. Og tað kann gerast dýrt, tí vantandi lúking av lógini kann bera í sær bøtur upp á upp til 20 mió. evrur ella 4 pst. av umsetninginum.

Nýggju reglurnar, sum serliga herða krøvini til dátutrygd og privatlív hjá skipsmanningum í ES, innihalda munandi herðingar av revsitiltøkunum og amboðunum hjá myndugleikunum til at avdúka lógarbrot.

“Nógv viðurskifti eru, sum skulu vera í lagi fyri at halda persóndátulógina. Og burtursæð frá cruiseferðareiðaríum tykist shipping ídnaðurin at vera eitt sindur aftanfyri,” sigur advokaturin Felicity Burling í advokatfyritøkuni HFW.

Cruiseferðareiðaríini eru væl dagførd, tí tey eru von at handfara persóndátu, men øll reiðaríini verða rakt, tí reglurnar eisini umfata starvsfólk og handilssambond, leggur hon dent á.

Reglurnar bera m.a. í sær, at reiðaríini skulu syrgja fyri at strika dátu um manningar, ið eru avmynstraðar, um ikki løgfrøðiligar og praktiskar orsøkir longur tala fyri at goyma tær.

Kelda: TradeWinds