* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðarí biður um umbering fyri umhvørvisvanlukku

Ein mánaða eftir at 74.000 tons stóra leysfarmaskipið, Solomon Trader, sleyt og rak á eitt koralriv, biður reiðaríið nú um umbering.

 

The Guardian skrivar, at skipið sleit og rak til havs, tá ið ein melduródn rakti oynna, Rennel, sum er partur av Sálomonoyggjum í ein landnyrðing úr Avstralia. Skipið var í holt við at landa, tá melduródin rakti oynna hin 5. februar í ár.


Seinni rak skipið á eitt koralriv, sum Unesco hevur merkt sum varðveitingarvert. Eina viku eftir at skipið rakti rivið, kom hol á, og umleið 80 tons av brennievni eru likin úr skipinum. Dálkingin strekkir seg yvir seks kilometrar.

Roknað verður við, at 700 tons av brennievni upprunaliga vóru í Solomon Trader.

Avstralsku myndugleikarnir hava átalað reiðaríið, King Trader, og tess tryggingarfelag, Korea Protection and Indemnity Club, fyri onki at hava gjørt fyri at bjarga skipinum og avmarkað dálkingina.

Í dag hava reiðarí og tryggingarfelag so sent eina fráboðan út, har gjørt verður vart við, at enn er ongin ábyrgdaður fyri vanlukkuna, men tey harmast inniliga um tað, sum hent er.

Kelda: The Guardian og Søfart