
Reiðarí byrja at lata uppaftur í Kina
Fleiri reiðarí hava nú latið skrivstovur sínar uppaftur í Kina.
Talan er um skrivstovur hjá reiðaríum, sum hava havt stongt seinastu tíðina orsakað av coronavirusinum, Corovi-19.
Meðan nøkur reiðarí hava valt at lata skrivstovur sínar uppaftur í Kina, arbeiða onnur reiðarí fram ímóti eisini at fáa ein vanligan gerandisdag aftur.
Sambært kinesiskum myndugleikum er talið á deyðum um dagin í Kina fyri fyrstu ferð fallið, og kinesarar byrja spakuliga at síggja ein enda á smittuherjanini.
Kelda: Shippingwatch