* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðarí fær stóra bót fyri at nýta ólógliga arbeiðsmegi

Reiðaríið, Sirius Shipping, er í rættinum í Odense dømt fyri at hava brotið útlendingalógina. Reiðaríið hevur fingið 1,5 millión krónur í bót.

 

Sirius Shipping er dømt fyri at hava nýtt filipinsk sjófólk uttan arbeiðsloyvi á fýra av skipum teirra, sum eru undir donskum flaggi. Tað skriva Fakblaðið 3F og Søfart.

 

Útlendsku sjófólkini fingu lægri løn enn donsk sjófólk, so reiðaravirkið hevur havt størri vinning av at nýta ólógligu arbeiðsmegina. Rætturin í Odense segði eisini, at Sirius Shipping hevði brotið útlendingalógina tilætlað.

 

Tað var afturi í 2011, at Sirius Shipping brúkti ólógligu arbeiðsmegina, og málið varð sent rættinum í 2014, eftir at altjóða flutningsarbeiðarafelagið, ITF, meldaði málið til løgregluna.

 

ITF-umsjónarmaðurin, Morten Bach, sum meldaði málið til løgregluna á sinni, er væl nøgdur við dómsúrskurðin.

 

- Tað er gott, at reiðaríið varð dømt, men tað er ræðandi, at tað skuldi taka so nógv ár, áðrenn dómurin fall í einum máli við so álvarsligum brotum á útlendingalógina. Hetta er sosial dumping so tað forslær, sigur Morten Bach.

 

Kelda: Søfart og Fakblaðið 3F