* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðarí fegnast um ja-ligar broytingar millum Kina og USA

Tíðindini um at Kina og USA eftir øllum at døma hava gjørt avtalu um at at rulla revsitollin aftur, sum londini hava lagt á vørur hjá hvørjum øðrum, vera væl tikin ímóti av Donskum Reiðaríum. Um tíðindini um at rulla tollin aftur eru sonn, kann tað gerast ein nýggjur varði á leiðini rætta vegin, sigur stjórin í Donskum Reiðaríum.

 

Sum skilst skal avtalan um afturrulling av revsitollinum henda í báðum londunum samstundis.

 

“Tað eru rættiliga góð tíðindi, at USA og Kina eftir øllum at døma eru vorðin samd um at rulla revsitollin aftur, sum tey hava lagt á vørurnar hjá hvørjum øðrum. Vit hava alt ov leingi sæð vaksandi handilskríggið, sum hevur fingið viðurskiftini teirra millum niður á frostmarkið,” sigur Anne H. Steffensen, forstjóri í Donskum Reiðaríum.

 

Hon vísir á, at USA og Kina eru nógv størstu marknaðirnir hjá donskum reiðaríum.

 

“Okkara limir sigla hvønn einasta dag heimshandilin kring jørðina, og handilskríggið hevur longu havt nei-liga ávirkan í mongdini av góðsi, sum skal fermast. Tí kann hetta gerast eitt vegamót, sigur Anne H. Steffensen.

 

Kelda: Maritime Danmark