
Ein 55 ára gamal reiðari og fiskiskipari frá Thyborøn í Danmark er við Rættin í Holstebro fríkendur fyri mannahandil, men hann varð dømdur treytaða fongsulsrevsing í hálvtannað ár fyri okur.
Sambært fakblaðið, 3F, útvegaði reiðarin í 2017 tveir ganesiskar fiskimenn til Danmarkar við lyfti um, at teir skuldu eftir einum skipi, sum skuldi fiska út fyri Afrika. Men veruleikin gjørdist ein annar. Teir báðir menninir endaðu í staðin við at umvæla eitt skip og gørn í havnini í Thyborøn í trý ár.
Grundin til at skipið ongantíð fór til fiskiskap var, at tað varð ásilgt í havnini.
Reiðarin rindaði teimum báðum monnunum 9.000 krónur um mánaðin fyri 11 tímar arbeiðið, seks dagar um vikuna – og við ongari frítíð.
- Eg er ógvuliga argur um, at ein danskur reiðari kann finna upp á at taka frælsið frá tveimum menniskjum og fara soleiðis við teimum. Tað er ræðuligt, segði ITF-eftirlitsmaðurin, Morten Bach, tá málið varð reist.
Ákæruvaldið kravdi mannin treytaleysa fongsulsrevsing í hálvtfjórða ár fyri tvingsilsarbeiði, trælalíknandi viðurskifti og mannahandil. Rætturin fríkendi reiðaran fyri mannahandil.
Donsku myndugleikarnir vórðu varugir við málið í mai 2020 í sambandi við eitt eftirlit, sum løgverjan gjørdi.
Kelda: Fagbladet 3F / Maritimedanmark