* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av reikferðaskipunum, sum grikskt reiðarí júst hevur keypt, Oceana.

Miðskeiðis í størstu krús-kreppuni í søguni hevur grikski ferjuoperatørurin, Seajets, keypt tvey reikferðaskip aftrat frá Carnival Corp. Sostatt hevur grikski skipsreiðarin og Saejets-ánarin, Marios Iliopoulos, lagt nógv meira fyri enn higartil hildið í ídnaðinum, sum uttan samanbering er undir trýsti.

 

Sambært TradeWinds hevur Seajets keypt 57.100 bt. stóra reikferðaskipið, Veendam, frá 1996, og 55.600 br. stóra Maasdam, sum varð smíðað í 1993. Holland America Line, sum Carnival eigur, hevur rikið bæði skipini.

 

Frammanundan hevur grikska felagið keypt 77.500 bt. stóra, Oceana, sum varð smíðað í 2000, sum var eitt av nógvum reikferðaskipum, sum P&O Cruises seldi í byrjanini av juni í ár. Carnival eigur eisini P&O Cruises.

 

Í krús-ídnaðinum ivast ongin í, at kostnaðurin fyri skipini hevur verið ógvuliga lágur, men hvørgin parturin vil úttala seg um prísin.

 

Sambært VesselValue var virðið á Veendam hægri enn 130 milliónir dollarar í 2019. Í dag verður virðið á hesum sama skipinum mett til bara at vera 27 milliónir dollarar.

 

Kelda: TradeWinds og Maritime Danmark