* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska skipið, sum einaferð hevði navnið, Tide Carrier.

Stendur tað til norska bakmanspolitiið, Økokrim, skal norski reiðarin, Georg Eide, 9 mánaðir í fongsul fyri at senda farmaskipið, Tide Carrier, til ólógliga upphøgging á einari strond í Pakistan. Reiðarin noktar seg sekan. Dómur fellir fyrsta dagin.

 

Aftrat fongsuldómi krevur Økokrim, at reiðarin skal gjalda 3 milliónir norskar krónur í sakarmálskostnaði.

 

Málið byrjaði fyri meira enn 10 árum síðan, tá útslitna farmaskipið, Eide Carrier, varð svínabundið við bryggju við Eide Marine í Kvinnherad í Noregi. Í 2015 varð skipið selt til Julia Shipping og fekk navnið, Tide Carrier.

 

Julia Shipping er eitt skuffufelag, skrásett í Karibia, sum felagið, Wirana Shipping, sambært Økokrim, goymir seg. Wirana er eitt sonevnt “cashbuyer-felag”, tað er eitt felag, sum keypir gomul skip upp at høgga upp á strondum í Asia.

 

Í februar 2017 fór Tide Carrier úr Kvinnherad, men fekk stutt eftir maskinskaða, og var bara fáar metrar frá at reka upp á strondina uttanfyri Bergan. Tá skipið varð sleipað til lands í einum vandamiklum bjargingarátaki, vísti tað seg, at tað var fult av ólógligum burturkasti, og at tað eftir øllum at døma var á veg til Pakistan at verða upphøgt.

 

Norsku myndugleikarnir hildu tískil bæði skipi og manning aftur í fýra mánaðir. Eftir tað lá tað sum eitt spøkilsisskip í Farsund til 2018. Tá fór tað til Turkalands undir navninum, Harrier, og varð lógliga upphøgt har.

 

Kelda: Maritimedanmark