* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Restirnar av fregattini, Helge Inge.

Reiðarí rindar 174 milliónir krónur í fregatt-semju

Tangaskipareiðaríið, Twitt Navigation, hevur gjørt semju við norska státin eftir fregattsamanstoytin í 2018, tá fregattin Helge Ingstad gjørdist vrak, eftir at hava stoytt saman við tangaskipið Sola TS.

 

Tað var annars avgjørt, at partarnir skuldu hittast í tingrættinum í Hordalandi 28. februar, har málið um ábyrgdina fyri samanstoytin millum fregattina og tangaskipið skuldi viðgerast.

 

Nú er hetta avblást. Partarnir hava gjørt semju, og tað merkir, at Twitt Navigation rindar norska státinum 235 milliónir norskar krónur – tað eru 174 milliónir danskar krónur. Semjan ber í sær, at partarnir í allar tíðir fríkenna hvønnannan.

 

Eftir samanstoytin, sum hendi í góðum veðri um morgunin hin 8. november, legði norski státurin sak móti Twitt Navigation Ltd., sum hinvegin metti, at státurinl hevði ábyrgdina av tapinum hjá tangaskipareiðarínum.

 

Kelda: Maritimedanmark