* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja blendingsferjan, sum er smíðað til Ærø-farleiðina í Danmark.

Reiðarí satsa milliardir uppá grønar ferjur

Á aðalfundi hjá felagnum fyri donsk ferjureiðarí legði formaðurin dent á, at milliardir verða satsaðar í grønar ferjur.

 

Millum donsk ferjureiðarí er umstillingin longu væl á veg. Árini frá 2013 til 2018 gjørdu tey íløgur fyri 5,5 milliardir í nýggjar og grønari ferjur. Tað merkir, at nógvar danskar ferjur longu eru væl á veg at sigla grønt.

 

- CO2-útlátið er longu fallið munandi, sigur formaðurin í Ferjureiðaríum, Søren Poulsgaard Jensen, í ársfrágreiðingini fyri 2019.

 

- Í grønu broytingini mugu øll vera við at lækka CO2-útlátið, og ferjurnar eru sum sagt væl á veg. Nakrar eru farnar yvir til el-rakstur, aðrar til blendingsrakstur, og á uppaftur øðrum ferjum verða broytingar gjørdar alla tíðina, sum eru við til at minka útlátið, sigur hann.

 

Kelda: Maritime Danmark