* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tørvur verður á at longja átøkini ímóti sjóráni, halda Donsk Reiðarí.

Reiðarí sóknast eftir longdari ætlan móti sjóráni

Danskir politikarar eiga at longja átøkini móti sjóráni, tá verandi ætlan gongur út við endan á 2018. Tað heldur felagið “Danske Rederier”.

Boðini koma eftir eina frágreiðing hjá Oceans Beyond Piracy, sum vísir, at trupulleikin minkar fyri hvørt ár, ið gongur.

Reiðaraíini nýta til dømis minni pening til privat vaktarhald, og útreiðslurnar í sambandi við beinleiðis sjórænaraálop eru minkaðar.

- Tað er tekin um, at trupulleikin minkar, metir Johannes Riber Nordby, orlogskapteynur, og hernaðargranskari á Verjuakademinum.

- Í veruleikanum eru somaliskir sjórænarar handilsfólk. Gera teir ikki hetta, ja, so gera teir okkurt annað. Smugla vápn til borgarakríggið í Jemen ella smugla menniskju, sigur hann.

Útreiðslurnar minka

Síðani 2010 eru útreiðslurnar av sjórænarum eystanfyri Afrika minkaðar úr 7 milliardum dollarum niður í 1,4 milliardir dollarar.  Joahannes Riber Nordby leggur kortini dent á, at um átøkini móti sjóránum steðga, kunnu tey skjótt vinda uppá seg aftur.

- Tú kanst samanbera tað við løgreglubilar, sum koyra aftur og fram í býnum. Hóast onki hendir, kann tað hava stóran týdning, at løgreglubilarnir eru har. Soleiðis er tað eisini við herskipum, sigur hann.

Framvegis trupulleiki

Stjórin í Danske Rederier, Maria Skipper Schween, vísir á tann partin av frágreiðingini hjá Oceans Beyond Piracy, sum peikar á, at sjóránini út fyri Vesturafrikansku strondina eru vaksin.

- Í Vesturafrika vóru 1700 sjófólk fyri sjóráni í 2017, og tað er nógv, sigur hon.

- Vit halda tað vera avgerandi, at hildið verður fram við strategisku átøkunum. Tað kann møguliga gerast øðrvísi enn higartil, men vit mugu ikki venda ryggin til trupulleikan, heldur hon.

Tí biður felagið danskar politikarar leggja til rættis eina nýggja ætlan fyri komandi árini.

Sambært Donskum Reiðaríum eru uppgávurnar ymiskar. Eystanfyri er neyðugt við herskipum, sum kunnu ræða sjórænarar burtur. Í Guineavíkini og restini av vesturstrondini eru neyðugt við gransking og møguleikum at rættarsøkja sjórænarar, metir Maria Skipper Schwenn.

Kelda: Ritzau Finans og Shippingwatch