* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðarí stoytir matarolju í tangan fyri at bjarga umhvørvinum

Í staðin fyri tunga bunkarolju hevur reiðaríið, Norden, roynt eitt CO2-nevtralt brennievni, sum er gjørt burtur úr brúktari matarolju ella frituruolju. Royndin vísti, at bio-oljan riggar eins væl og bunkarolja, og bæði CO2 og svávulútlátið eru í botni.

 

Oljan, sum ymsar matstovur nýta í vikuskiftunum, kann endurnýtast á sjónum í framtíðini. Hollendska fyritøkan, Goodfuels, hevur seinastu trý arbeitt við at gera brúkta matarolju til eitt slag av brennievni, sum kann koma ístaðin fyri bunkar.

 

Hollendska fyritøkan gjørdi tvær royndir í september mánaði, eina við íslendska farmaskipinum, Samskip Endeavour, og eina við danska skipinum, Nord Highlander. Samskip Endeavour sigldi um Atlantshavið, meðan Nord Highlander sigldi úr Rotterdam til Tallin í Estlandi.

 

Fyri at samanbera, hvussu motorurin riggaði saman við lívvirknum brenni sum eitt alternativ til lívrunnið brennievni við lágum svávulinnihaldi, varð ferðin úr Antwerpen gjørd við lívrunnum brennievni. Eftir at motorarnir vóru kannaðir, skiftu skipini yvir til lívvirkið brennievni. Eftir at hava siglt við ymiskari ferð, t.e. at motorarnir arbeiddu undir ymsum trýsti, vístu motorarnir seg at vera rættiliga støðugir.

 

Umframt tøkniligu avbjóðingarnar við at endurnýta matarolju frá matstovum, er tað eisini praktiskt trupult, tí slík matarolja verður longu savna inn og endurnýtt til at framleiða biodiesel og aðrar framleiðslur sum sápu, djórafóður o.s.fr.

 

Kelda: Ingeniøren