* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Esvagt í Esbjerg hevur tørv á nýggjum starvsfólkum í sambandi við grøna skiftið, men uttan kvinnur verður tað trupult at fáa nóg nógv starvsfólk.

 

Grøna skiftið kemur at krevja fleiri fólk í starv hja donskum reiðaríum. Ein spurnarkanning hjá Donskum Reiðríum millum limirnar vísir, at átta av tíggju leiðarum í vinnuni vænta at skula seta fleiri starvsfólk í starv, og at ta kemur at vera ein avbjóðing.

 

Forstjórin í Esvagt í Esbjert, Peter Lytzen, eftirlýsir í ShippingWatch, at serliga kvinnur fara at søkja inn í sjóvinnuna.

 

- Her er ein risastór ónýtt orka, tí vit kundu saktans havt kvinnur í 50 prosent av okkara samlaða starvsfólkahópi, men tær eru bara 4-5 prosent, tá tað kemur til skipini. Høvdu vit fingið fatur á kvinnunum, so hevði tað hjálpt munandi, sigur Peter Lytzen.

 

Hann sigur, at eydnast tað ikki at fáa fatur á fleiri kvinnum inn í sjóvinnuna, so verður neyðugt at fara uttanlands eftir arbeiðsmegi.

 

Kelda: Søfart