* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðaríini taka Antwerpen framum Rotterdam

Havnin í Antwerpen er ikki so trong sum havnin í Rotterdam, og tað kemur henni nú til gagns. Fleiri reiðarí strika ætlaðar komur í Rotterdam og fara til Antwerpen ístaðin fyri at kunna halda tíðarætlanir sínar.

Hetta er millum annað galdandi fyri Hapag-Lloyd, ið hevur avlýst fleiri ætlaðar komur í Rotterdam og ístaðin flyta tær til Antwerpen, og seinast hevur Orient Overseas Container Line gjørt tað sama.

Í síðstu viku avgjørdi OOCL at flyta tríggjar Rotterdam-komur á Asia-Europa Loop 4-tænastu síni til Antwerpen. 

Úr Rotterdam Havn ljóðar tó, at tyrpingartrupulleikarnir, ið hava verið á bingjuøkinum seinastu tveir mánaðirnar, nú eru minkandi aftur, og støðugt fleiri skip verða lossað og lastað til tíðina, har tey fyrr hava verið noydd at bíða í fleiri tímar. 

Trongsulin, ið hevur verið í Delta- og Euromax-terminalunum í Rotterdam Havn, kemst av teimum støðugt størru bingjuskipunum, ið koma til havnina, er frágreiðingin frá havnarmyndugleikunum, sum tó hava tikið fleiri nýggj stig til tess at koma tyrpingini til lívs. 

Kelda: World Maritime News