* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Oasis of The Seas.

Reikferðaskip fær yvirháling fyri 1,1 milliard krónur

Eitt av heimsins størstu reikferðaskipum, Oasis of The Seas, fyllir fyrsta dagin tíggju ár. Tá eru tíggju ár síðani jomfrúferðina. Og í hesum sambandi verður skipið høvuðsumvælt, har nærum onki stendur órørt.

 

Kostnaðurin fyri arbeiðið at yvirhála skipið, sum nú fær tíggju ár aftrat, verður 1,1 milliard krónur. Men tá verður Oasis of The Seas, sum hevur pláss fyri 5.400 ferðafólkum og manningini uppá 2.165, eisini pussa upp úr enda í ánnan.

 

Mangt er ísett av nýggjum til gaman og álvara, soleiðis at sonevnda “wavv-effektin” gerst mest møgulig á hesum tíggju ára gamla skipinum.

 

63 dagar eru settir av til yvirhálingina, so tað skal ganga skjótt.

 

Kelda: Maritimedanmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=IRf1iHBfxkE]
SJÓNBAND: Oasis of The Seas verður umvælt.