* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reikferðaskip mundi brostið inn í havnina í Venedi

Eitt ódnarveður sunnudagin mundi havt við sær, at eitt stórt reikferðaskip sigldi upp á land í søguligu Giudecca-veitini í Venedi. Tað eydnaðist í seinastu løtu einum sleipibáti at toga reikferðaskipið burtur frá havnini.

 

Skiparin á reikferðaskipinum, Costa Delizosa, gjørdi av at loysa frá bryggju í Venedi, hóast ódnarveður.

 

Hóast fleiri bátar togaðu skipið frá bryggju, fingu tey stórar trupuleikar, tá ógvusligar hvirlur við stórari megi buldraðu inn í síðuna á reikferðaskipinum.

 

Reikferðaskip eru frammanundan illa lýdd í Venedi, og fleiri mótmæli hava verið fyri at fáa sett bann fyri hesum stóru skipunum í havnini.

 

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=FVF2jWYgzEI]
Sjónbandaupptøkur úr Venedi.