* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Crystal Symphony.

Reikferðaskipið Crystal Symphony, sum Crystal Cruises eigur, broytti kós og sigldi til Bahamas, tá reikferðin var av, og skipið skuldi sigla aftur til Port Everglades í Miami við teimum 300 ferðafólkunum.

 

Í havnini bíðaði nevniliga ein ógoldin rokning upp á 1,2 milliónir dollarar, skrivar Maritimedanmark.

 

Crystal Cruises syrgdi seinni fyri, at eitt annað skip sigldi ferðafólkini aftur frá Bahamas til Port Everglades.

 

Orsøkin til “manevrina” var, at Genting Hong Kong, sum júst er farið av knóranum, eigur Crystal Cruises. Ógoldna rokningin upp á 1,2 milliónir dollarar var peningur fyri bunkarolju, og kom skipið í havn, so hevði hald verðið lagt á tað.

 

Kelda: Maritimedanmark