* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskip í Santa Pætursborg í Russlandi.

Reikferðavinnan: Batar hómast, men Evropa kemur døllandi aftaná

Hugurin til reikferðir við reikferðaskipum veksur nú aftur eftir koronufarsóttina. Men Evropa kemur døllandi aftaná orsakað av krígum í Ukraina, sambært Royal Caribbean Group. Serliga lítil áhugi er at ferðast í Eystursjónum, har Skt. Pætursborg fyrr hevur verið eitt av ferðamálunum, men sum ikki er tað í hesum døgum.

 

Tað var annars verulig gongd komin á bíleggingarnar eftir ferðum við reikferðaskipum í Evropa í byrjanini av árinum. Men hugurin til slíkar ferðir í evropiskum sjóøki fall, eftir at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar.

 

Royal Caribbean Cruises, Norwegian Cruise Line og Carnival Corporations gjørdu av at avlýsa allar ferðir til Russlands, og sostatt hvarv Skt. Pætursborg sum ferðamál.

 

Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at fleiri reikferðaskip í staðin steðga í Skagen, og har vænta tey 64 reikferðaskip og 150.000 gestir í ár. Í fjør var hetta talið 43 skip við 60.000 ferðafólkum.

 

Men hóast Evropa er eitt udantak, so merkja reikferða-reiðaríini vøkstur í bókingum globalt. Nógv fleiri bíleggingar vóru til dømis í mars og apríl í ár enn í 2019.

 

- Tað er púra greitt, at framgongdin er á veg aftur, sigur ein greinari hjá felagnum M Science.

 

Greinarin vísir samstundis á, at inflasjónin - og kríggið í Ukraina - ávirka eftirspuringin, og tí er ein ávís óvissa.

 

USA burturbeindi í mars í ár Covid-19-ávaringarnar móti krúsferðum nærum tvey ár, eftir at tær vórðu settar í gildi, og tað fer væntandi at hava við sær, at upp aftur meira gongd kemur á hesa vinnuna.

 

Kelda: gCaptain